Í Leitisstein hava vit valt at taka eitt týðandi stig í grøna orkuskiftinum, og hava nú lagt um frá oljufýri til jarðhita, í okkara bygningi. Við hesi umlegging, tryggja vit eina burðardyggari og orkusparandi hitaskipan, sum bæði gagnar umhvørvinum og minkar orkukostnaðin.
Jarðhiti er ein náttúrlig orkuloysn, sum nýtir hitan úr undirgrundini til at hita bygningin. Henda loysn minkar munandi um CO2-útlátið og gevur okkum eina støðuga og álítandi hitakeldu, samstundis sum vit gera okkara fyri at betra um umhvørvið. Við jarðhita hava vit eina grøna og langtíðar varandi loysn, sum stuðlar upp undir okkara hugsjón um at virka meira burðardygt og munagott.
Vit hava montera eina IGLU jarðhitapumpu, sum stendur frammi í handlinum hjá okkum. Kundar eru vælkomnir at koma inn at hyggja, har tey kunnu síggja, hvussu hitapumpan virkar í praksis. Hetta er ein frálíkur møguleiki at uppliva eina framkomna hitaskipan, sum nýtir jarðhitans orku, og hvussu hon kann vera ein burðardygg loysn fyri heim og fyritøkur.