Vit hava hitapumpur til allan tørv

Hvat slag av hitapumpu tú velur, avhongur av fleiri tingum. Tildømis húsastødd, staðseting og tín hita tørv. Hjá Leitisstein kunnu vit bjóða jarðhitapumpu, luft til vatn hitapumpu og luft til luft hitapumpu.
Vit eru serfrøðingar á økinum, og eru altíð klár til hjálp og ráðgeving, so tú fært tí bestu hitaloysnina til títt heim.

Les meir um tær ymisku orkuloysnirnar niðanfyri.

Luft til vatn hitapumpa

Við eini luft til vatn hitapumpu endurnýtir tú hitan í luftini til at hita bæði tín bústað og títt brúksvatn. Hetta er ein umhvørvisvinarlig og kostnaðar munadygg hitaloysn, samanborið við orkukeldur sum oljufýr.
Hjá Leitisstein hjálpa vit tær gjøgnum alla tilgongdina – alt frá ráðgeving, áseting av stødd, til uppsetan, staðseting og tænastueftirlit, av tínari luft til vatn hitapumpu.
Umhugsar tú eina luft til vatn hitapumpu?
Fá eitt tilboð

Hvussu virkar ein luft til vatn hitapumpa?

Luft til vatn hitapumpan virkar við at umskapa hitaorkuna í úti luftini, til rúmhita og heitt brúksvatn. Hitapumpan er tengd at sentralhitaskipanini í tínum húsi, sum syrgir fyri at útvega tær  hita í radiatorunum og heitum vatni í kranunum gjøgnum heittvatnskarið. Luft til vatn hitapumpan er el-rikin og gevur 3,5-5 ferðir so nógva hitaorku, sum hon brúkar í elorku. Hetta ger hana til eitt búskaparligt og burðardygt val til t.d. oljufýr.

Ein luft til vatn hitapumpuskipan er ikki heilt líka munadygg, sum ein jarðhitaskipan, men tað er hinvegin bíligari í íløguútreiðslum.

6 fyrimunir við eini jarðhitaloysn

Orkusparandi loysn
Luft-til-vatn hitapumpur brúka 3,5-5 ferðir so nógva hitaorku, sum tær brúka í elorku, og eru tí sera orkusparandi samanborið við aðrar hitakeldur.
Umhvørvisvinarlig
upphiting
Tær nýta hitaorku úr luftini úti, sum er ein endurnýtsluorka, og tí eru tær eitt burðardygt alternativ til t.d. oljufýr.
Lægri íløgukostnaður
Í mun til jarðhitaskipanir eru luft-til-vatn hitapumpur ein væl minni íløga enn ein jarðhitaloysn.
Hitar bæði hús og brúksvatn
Ein luft-til-vatn hitapumpa veitir bæði rúmhita til húsini og heitt vatn til brúk, sum ger hana til eina vældámda loysn.
Skjótar at seta upp
Tær krevja minni arbeiði at seta upp enn jarðhitaskipanir, tí tær nýtast ikki at bora eitt hol niður í jørðina.
Lágur rakstrarkostnaður
Luft-til-vatn hitapumpur hava lágar rakstrarútreiðslur, og við regluligum eftirliti hava tær langa livitíð.

Hvat kostar ein luft til vatn hitaloysn?

Prísurin fyri eina luft-til-vatn hitapumpu kemur sjálvandi ann uppá sjálva verkætlanina – hvussu nógvir fermetrar skulu hitast? Hvussu nógv fólk eru í húsarhaldinum? Hvussu stór er nýtslan í húsinum? Og so framvegis. Men tá øll fyrilit eru tekin við, er tað møguligt at geva ein umleið prís fyri eina luft til vatn hitapumpu.

Ein luft til vatn hitapumpa, til eitt hús í vanligari stødd kostar úr 90.000 kr. Tað er sjálvandi ein lutfalsliga stór byrjunaríløga, men hon skal síggjast í mun til mánaðarligu sparingina – til dømis um tú skiftir frá einum oljufýri.
Fá eitt óbindandi tilboð uppá eina luft til vatn orkuloysn...

Jarðhita ella luft-til-vatn hitapumpu?

Tað er ein góður spurningur, sum ikki hevur eitt greitt svar, tí bæði hava sínar fyrimunir og vansar.

Jarðhiti er dýrari í byrjanarútreiðslum, men gevur tær lægri mánaðarligar upphitingarútreiðslur. Ein luft-til-vatn hitapumpa er ein minni umfatandi loysn frá byrjan, og við henni fært tú eisini eina umhvørvisvinarliga, orkusparandi og bíliga hitaloysn.
Les meir um jarðhita orkuloysn her  

MBM hevur fingið sær luft til vatn.

MBM hevur tikið eitt týðandi stig í grøna orkuskiftinum, við einari nýggjari orkuskipan í Skálavík.
Verkætlanin hevur sum høvuðsendamál at nýta burðardyggar orkuloysnir til upphiting og ventilatión, og tá hon er liðug, fer hon at tryggja bæði umhvørvisvinarligan og orkusparandi rakstur av bygninginum. Við nýggju hitaskipanini, verður orkukostnaðurin lækkaður samstundis, sum trivnaðurin hjá starvsfólkum og vitjandi betrast.
Les meira um skiftið hjá MBM, til eina luft til vatn hitapumpu