Vit hava hitapumpur til
allan tørv

Hvat slag av hitapumpu tú velur, avhongur av fleiri tingum. Tildømis húsastødd, staðseting og tín hita tørv. Hjá Leitisstein kunnu vit bjóða jarðhitapumpu, luft til vatn hitapumpu og luft til luft hitapumpu.
Vit eru serfrøðingar á økinum og eru altíð klár til hjálp og ráðgeving, so tú fart tí bestu hitaloysnina til títt heim.

Les meir um tær ymisku orkuloysnirnar niðanfyri.

Luft til luft hitapumpa

Við eini luft-til-luft hitapumpu endurnýtir tú hitan í útiloftinum til at hita tína bústað. Ein luft til luft hitapumpa er perfekt til minni heilárshús ella frítíðarhús.
Luft til luft hitapumpan er munadygg, sjálvt við lágum hita uttandura, og hon er ein umhvørvisvinarlig, orkusparandi og kostnaðareffektiv hitaloysn. Tá ið tú velur eina hitapumpu frá Leitisstein, ert tú tryggjað/ur eina optimala loysn, sum heldur í mong ár.
Umhugsar tú eina luft til luft hitapumpu?
Fá eitt tilboð

Hvussu virkar ein luft til luft hitapumpa?

Ein luft til luft hitapumpa er sett saman av einum inni parti og einum úti parti. Úti parturin tekur hitaorku úr luftini, og gjøgnum inni partin verður hitin sendur inn í húsið, har hann verður nýttur til upphiting. Samstundis skapar hetta luft sirkulatión í húsinum, sum betrar um inniluftina.
Luft til luft hitapumpan er el-drivin, men gevur 3,5 til 5 ferðir so nógva hitaorku, sum hon brúkar í streymi. Tí er hitapumpan ein sera effektiv og umhvørvisvinarligur møguleiki til til dømis heilárshús og frítíðarhús.

Tað er sera væl dámt at hava eina luft til luft hitapumpu, saman við einari oljufýring at hita húsini upp við. Luft til luft hitapumpan, kemur at
spara tær pening í oljurokningini.

6 fyrimunir við eini luft til luft hitapumpu?

Orkusparandi loysn
Ein luft til luft hitapumpa gevur umleið 3,5-5 ferðir so nógva hitaorku, sum hon brúkar í elorku. Hetta ger luft til luft hitapumpuna til eina sera orkusparandi loysn.
Umhvørvisvinarlig
upphiting
Hitin frá eini luft til luft hitapumpu er varandi orka. Tí er hetta ein av teimum mest umhvørvisvinarligu upphitingarloysnunum, tú kanst velja.
Friðarlig loysn
Luft til luft hitapumpur eru sera friðarligar. Tá ið hitapumpan er uppsett, fert tú næstan ikki at leggja til merkis, at hon er har.
Gott inniklima
Við eini luft til luft hitapumpu kanst tú tryggja eina góða inniluft í bústaðinum  alt árið. Tú kanst eisini minka um trupulleikar við fukti, við at halda eitt lágt støðugt hitalag, tá húsið ikki verður brúkt.
Lætt og skjótt at seta upp
Ein luft til luft hitapumpa er lætt at seta upp, krevur ikki stórar broytingar í bústaðnum og kann skjótt byrja at levera hita.
Nútímans snið
Okkara luft til luft hitapumpur hava eitt náturligt og nútímans snið, sum bæði sær gott út og brúkar lítið pláss.

Hvat kostar ein luft til luft hitaloysn?

Prísurin fyri eina luft-til-luft hitapumpu er tengdur at fleiri viðurskiftum, millum annað støddina á tínum bústaði og hvørja luft-til-luft hitapumpu tú velur. Vanliga kostar ein luft-til-luft hitapumpa 15.000-25.000 kr. við uppsetan.
Ein luft-til-luft hitapumpa er tann bíligasti hitapumpan, um samanborið verður við til dømis eina luft-til-vatn hitapumpu ella eina jarðhitapumpu, sum lutfalsliga eru størri íløgur.
Fá eitt óbindandi tilboð uppá eina luft til luft hitaloysn

MBM brúkar luft til luft hitapumpur saman við einari luft til vatn orkuloysn

Luft til luft hitapumpan kemur at tryggja eina effektiva og álitandi upphiting av bygninginum. Skipanin nýtir hitan úr uttandura luftini til at skapa hita inni, eisini tá hitin úti er lágur. Henda loysnin er væl egnað til føroyska veðurlagið og er ein munadyggur háttur at fáa eina støðuga hitaskipan. Luft til luft hitapumpur eru eisini góðar at seta saman við eina luft til vatn hitaskipan, serliga til minni rúm, har tørvurin á vatnbaseraðum hita er lægri.
Les meria um skrifti hjá MBM til eina luft til luft hitapumpu