Støkk inn á gólvið hjá okkum í Runavík

Okkara handil í Runavík er ein serhandil við HVS vørum. 

Og í einum serhandli fæst alt hugsandi HVS tilfar, sum tú ikki fært aðrastaðni. Harumframt vita tey, sum selja, hvat tey tosa um - og ráðgeva tí fegin um hvussu tú skalt bera teg at við einhvørjari uppgávu.



Rør, slangur, fittings, ventilatiónsútgerð, gólvhitastýringar, hitapumpur, kranar, kummur - ja, hvat tað skal vera, serhandilin hevur vøruna og ráðgevandi sølufólkið.

Um tú hevur tú brúk fyri onkrum serligum frá okkara blikksmiðju, so hjálpa vit sjálvandi eisini við serloysnum.

Kom og hygg eftir okkara jarðhitapumpu

Handilin hjá Leitisstein í Runavík, verður hildin heitur við einari IGLU jarðhitapumpu, sum tú hevur møguleika at koma at hyggja eftir. Pumpan stendur í handlinum, so tað er bara at koma inn at hyggja og forvitnast.

Um tú umhugsar eina orkuloysn, ert tú vælkomin ein túr inn í handilin. Okkara ráðgevar eru tøkir, og klárir at veita tær tí hjálp og tænastu tú hevur tørv á.


Handilin er opin soleiðis:



Mánadag-fríggjadag
8:00-16:00

Staðseting:
Mylnuvegur 1
620 Runavík