Hvat slag av hitapumpu tú velur, avhongur av fleiri tingum. Til dømis húsastødd, staðseting og tín hita tørv. Hjá Leitisstein kunnu vit bjóða jarðhitapumpu, luft til vatn hitapumpu og luft til luft hitapumpu.
Vit eru serfrøðingar á økinum, og eru altíð klár til hjálp og ráðgeving, so tú fært tí bestu orkuloysnina til títt heim.
Við jarðhita brúkar tú hitan frá sólini, sum er goymdur í jørðini, til at upphita tíni hús. Tað ljóðar skynsamt ha? Tað er tað eisini
Ein jarðhitapumpa er bæði orku munardygg, umhvørvisvinarlig og álítandi. Velur tú eina jarðhitaloysn frá Leitisstein, ert tú tryggjaður eina væl gjøgnumførda loysn. Vit er við tær í allari tilgongdini - frá innleiðandi ráðgeving og til árliga tænastu eftirliti.
Ein jarðhitapumpa brúkar tann natúrliga hitan, sum er í jørðini, til at hita títt heim. Hitin kemur frá jørðhita, og er ein støðug og varandi orkukelda, sum kann nýtast alt árið. Skipanin er sett saman av einari hitapumpu og rørum fullum av vætu, sum eru borðaði niður í jørðina.
Rørini taka hitaorku frá jørðini, og flyta hana gjøgnum hitapumpuna, har orkan verður styrkt og umskapað til hita, til upphiting av húsinum og tí heita vatninum. Jarðhitapumpur eru sera effektivar, tí tær nýta orkuna úr jørðini, sum altíð hevur ein støðugan temperatur, sjálvt teir kaldastu vetrarmánaðirnar.
6 fyrimunir við eini jarðhitaloysn
Orkusparandi loysn
Jarðhitapumpur brúka 3,5-5 ferðir so nógva hitaorku, sum tær brúka í elorku, og eru tí sera orkusparandi samanborið við aðrar hitakeldur.
Langt lív – ein góð íløga
Eitt jarðhitaanlegg er rakstrartrygt og hevur langa livitíð. Hetta merkir, at kostnaðurin fyri jarðhita, verður vunnin inn aftur eftir fáum árum.
Nýt náttúrunnar tilfeingi
Hitin er longu í jørðini. Hví ikki nýta hann til tín fyrimun? Alt annað er spill av tilfeingi.
Umhvørvisvinarlig orka við góðari samvitsku
Orka frá eini jarðhitapumpu er ein umhvørvisvinarlig og burðardygg loysn, sum minkar um CO2-útlátið við upp til 75% í mun til aðrar upphitingarhættir.
Lítið og onki viðlíkahald
Eitt jarðhitaanlegg er ein afturlatin skipan, sum røkir seg sjálvt. Tú skalt hvørki fylla vætu á ella gera annað viðlíkahald.
Eitt árligt eftirlit er tað einasta, tú skalt minnast til.
Leitisstein, saman við brunnboringarfelagnum Brunnboring, kann bæði bora og seta eina jarðhitapumpu upp fyri ein sera kappingarføran prís. Prísurin kann tó verða ymiskur, alt eftir hvørjir faktorar spæla inn, so sum um talan er um nýbygging, hvussu stór húsini eru, hvussu stóran tørv á hita tú hevur brúk fyri. Prísirnir eru úr 160.000 kr. uttan MVG.
Vit vilja fegin hjálpa tær við at finna ta røttu loysnina og bjóða ókeypis ráðgeving, so tú fært neyvt at vita, hvat tú hevur tørv á til títt heim.
Tað er ein góður spurningur, sum ikki hevur eitt greitt svar, tí bæði hava sínar fyrimunir og vansar.
Jarðhiti er dýrari í byrjanarútreiðslum, men gevur tær lægri mánaðarligar upphitingarútreiðslur. Ein luft til vatn hitapumpa er ein minni umfatandi loysn frá byrjan, og við henni fært tú eisini eina umhvørvisvinarliga, orkusparandi og bíliga hitaloysn.
Vit hava valt at montera eina IGLU hitapumpu, sum stendur frammi í handlinum hjá Leitisstein. Kundar eru vælkomnir at koma inn at hyggja, har tey kunnu síggja, hvussu hitapumpan virkar í praksis. Hetta er ein frálíkur møguleiki at uppliva eina framkomna hitaskipan, sum nýtir jarðhitans orku, og hvussu hon kann vera ein burðardygg loysn fyri heim og fyritøkur.