HVS Verk
Á okkara vælútgjørda verkstaði veita vit øll sløg av tænastum innan vanligt HVS-arbeiði. Vit klippa, bukka og loysa alskyns blikkuppgávur, og hartil hava vit egna framleiðslu av ventilatiónsrørum.
Arbeiðið verður gjørt av royndum og dugnaligum starvsfólkum á verkstaði okkara. Men skuldi tað verði neyðugt, so hava vit sjálvandi eisini útgerð til at loysa uppgávuna úti hjá kundanum.
Uppgávurnar, ið P/F Zacharias Leitisstein loysir, eru alt frá smærri umvælingum til stórar og umfatandi byggiverkætlanir.
Tænasturnar umfata:
• Blikksmíð
• Jarnsmíð
• Rørsmíð
• Ventilatión
• Orkuloysnir
Og er onkur seruppgáva á skrá, so eru vit eisini til reiðar at tosa um tað.