Um Leitisstein

Leitisstein hevur loyst alskyns avbjóðingar innan hita, vatn og sanitet síðan 1959
HVS fyritøka

Leitisstein er ein fyritøka við drúgvum royndum, sum varð stovnað í 1959. Vit hava í áratíggju bygt eitt sterkt umdømi, sum størsta og mest álítandi HVS-fyritøka á Eysturoynni. Okkara kjarnuøki er HVS-arbeiði, har vit veita dygdargóðar loysnir til bæði privat húsarhald og størri almennar og privatar verkætlanir. Hvørki uppgávustødd ella treytir, forða okkum í at stríðast fyri høgari góðsku og kundanøgdsemi.

Grøna framtíðin

Í takt við tøkniligu menningina, hava vit hjá Leitisstein víðkað okkara førleikar innan hitaloysnir. Vit bjóða nú nýmótans og orkusparandi loysnir, sum jarðhitapumpur, luft til vatn pumpur og luft til luft hitapumpur.
Okkara mál er at tryggja okkara kundum burðardyggar og fíggjarliga gagnligar hitaskipanir, sum eisini eru góðar fyri umhvørvið.