Vit í Leitisstein eru stolt av, at vera partur av, eini stórari og týdningarmiklari verkætlan í sambandi við byggingina, av nýggja bygninginum hjá Borg. Við okkara royndum og fakligu førleikum, hava vit fingið ábyrgdina av fleiri uppgávum, sum tryggja at bygningurin fær framúr karmar, til bæði upphiting, ventilatión og sanitetsloysnir.
Í verkætlanini leggja vit gólvhita til partar av bygninginum, sum umfatar uml. 2500 fermetrar.
Harumframt veitir Leitisstein ventilatiónsskipan til bygningin, sum tryggjar fríska og góða luft í øllum rúmum. Ein góð ventilatión er avgerandi fyri trivnað og vælveru hjá bæði starvsfólkum og vitjandi, og við nýggjastu tøknini kunnu vit tryggja, at orkuskiftið er ment á besta hátt, so bygningurin bæði fær fríska luft og sparir orku.
Ein annar týðandi partur av verkætlanini er, at Leitisstein hevur ábyrgdina av øllum, sum hevur við sanitet at gera í nýggja bygninginum. Vit syrgja fyri at øll vatnveiting til brúsur, vesi og vask, verða løgd eftir nýggjastu fyriskriftum, so bæði trygd og virkisføri er í hásæti. Harafturat standa vit fyri øllum rørarbeiðinum í bygninginum, sum skal tryggja eina munadygga og støðuga vatnskipan.
Henda verkætlan er eitt týðandi stig fyri Borg, og vit hjá Leitisstein eru errin av at kunna luttaka við okkara loysnum. Við okkara víðfevndu royndum innan gólvhita, ventilatión, sanitet og rørarbeiði tryggja vit eina framúr orkusparandi og álitandi innlegging, sum bæði betrar raksturin og minkar umhvørvisárini