
Í trá við øktan áhuga og uppmerksemi um burðardygd og veðurlagsbroytingar, er skiftið til varandi orkukeldur eittneyðugt stig fyri at tryggja eina reinari og burðardyggariframtíð.
Í hesum grøna orkuskiftinum er levering og uppsetan av burðardyggum orkuskipanum, ein munadyggur partur av tígrønu umleggingini, og vit hjá Zacharias Leitisstein fegnast, saman við umsitingini í Runavíkar kommunu um, at vit havaskrivað undir avtalu um uppsetan av jarðhitaskipan til skúlan í Søldarfirði.
Kommunurnar eru ein týðandi partur í grøna umskiftinum, men eisini fyritøkur og privatfólk hava tikið hetta umskiftið til sín, og skifta til varandi orkukeldur, og vit eru ein av oddvitunum, tá iðvit tosa um burðardyggar orkuskipanir innan jarðhita, luft- til vatn og sjógvhitaskipanir.
Ynskir og tørvur hjá kundanum er avgerðandi, tá ið vit bjóðaokkara orkuloysnir, og tær drúgvu royndirnar, vit hava á økinum, ger okkum til ein álítandi og skikkaðan veitara, og okkara arbeiðstoymi megnar allar uppgávur innan orkuloysnir, ventilatión og HVS-arbeiði sum heild.
Vit bjóða ein høgan førleika og veita og seta upp skipanir, iðgagna kundunum, eisini fíggjarliga, og bjóða eisinitænastusáttmálar í hesum sambandi.
Okkara arbeiðsstaður er í Runavík, og hava higartil veittorkuskipanir til landsstovnar, kommunur, privatu vinnuna og privatfólk, og vit koyra fegnir út um landið við okkara vitan og bjóða okkum fram til tey, ið hava tørv á okkara tænastum.