Gólvhita og hitapumpur: MBM setir grøna orku í fokus við verkætlan í Skálavík

October 10, 2024

Grønar og effektivar loysnir

Verkætlanin hjá MBM í Skálavík, har MBM hevur ætlanir at framleiða ost, fevnir um fleiri tættir, sum allir stuðla undir eina burðardygga orkunýtslu. Í tí sambandi verður arbeiðið deilt í fleiri stig, sum fevna um at leggja gólvhita, montera tvær ymiskar hitapumpur og eina ventilatiónsskipan.

Gólvhita

Gólvhiti er ein sera orkusparandi og góð upphitingarloysn. Í staðin fyri at brúka radiatorar, sum krevja hægri vatnhita, verður gólvhiti hitaður við lægri hitastigum, sum ger skipanina sera munadygga. Gólvhiti tryggjar javnt hitabýti í bygninginum, har heit luft stigvíst kemur upp úr gólvinum, og skapar ein góðan og natúrligan hita í rúminum.

Hitapumpur – Nýtsla av náttúruligari orku

Tvey sløg av hitapumpum verða monteraðar í bygninginum: luft til luft hitapumpa og ein luft til vatn hitapumpa.

  • Luft til luft hitapumpan kemur at tryggja eina munadygga og álitandi upphiting av bygninginum. Skipanin nýtir hitan úr uttandura luftini til at skapa hita inni, eisini tá hitin úti er lágur. Henda loysnin er væl egnað til føroyska veðurlagið, og er ein effektivur háttur at fáa eina støðuga hitaskipan. Luft til luft hitapumpur eru eisini góðar at samantvinna við eina luft til vatn hitaskipan, serliga til smærri rúm, har tørvurin á vatnbaseraðum hita er lægri.
  • Luft til vatn hitapumpan verður nýtt til at hita vatnið í bygninginum. Henda skipanin nýtir somuleiðis uttandura luft til at hita vatnið, ið síðani verður nýtt til gólvhitan og møguliga heitt brúsivatn. Skipanin tryggjar orkusparing og burðardygga nýtslu, tí hon krevur munandi minni streym enn vanligir ketlar, og veitir eina álitandi hitaorku til størri rúm og skipanir, ið krevja vatnbaseraðar hitaloysnir.

Ventilatión – Góð inniluft og trivnaður

Eitt annað týdningarmikið stig í verkætlanini er innleggingin av ventilatiónsskipan. Ein munadygg ventilatión er avgerandi fyri bæði trivnaði og framleiðsluavrikið hjá starvsfólkunum. Við góðari ventilatión fær bygningurin regluliga tilførslu av frískari luft, meðan óynskt dálking og fuktur verða leidd burtur. Henda skipanin tryggjar eisini, at hitin ikki fer til spillis, tí hon nýtir hitavekslarar til at flyta heita luft úr bygninginum til nýggju luftina, sum kemur inn.

Ein framtíðartryggja loysn

Henda verkætlan er eitt týðandi fet fyri MBM í grøna orkuskiftinum. Við at sameina grønar orkuloysnir, sum gólvhita, hitapumpur og ventilatión, fær bygningurin í Skálavík eina modernaða, orkusparandi og burðardygga hitaskipan, sum ikki bert minkar orkunýtsluna, men eisini betrar um trivnaðin hjá øllum, sum nýta bygningin.