Runavíkar kommunu hevur við Glyvra skúlia, tikið eitt týdningarmikið stig í grøna orkuskiftinum. Vit eru í gongd við eina royndarverkætlan, ið kann gerast fyrimynd fyri framtíðar orkuloysnir í Føroyum. Verkætlanin hevur til endamáls at kanna, hvussu jarðhiti kann nýtast til at hita skúlan á ein burðardyggan og orkusparandi hátt, við at pumpa vatn úr undirgrundini.
Jarðhiti, sum er ein burðardygg orka, beinleiðis úr náttúruni, er kend fyri at geva støðugan og álítandi hita við lágari orkunýtslu. Í okkara royndarverkætlan er skipanin serliga løgd til rættis við tveimum jarðhitapumpum, sum eru settar upp á skúlanum. Hetta tryggjar, at hitaskipanin verður bæði kraftamikil og álitandi, soleiðis at skúlin hevur eina støðuga hitakeldu alt árið.
Ein týdningarmikil partur av verkætlanini var boringin, har eitt hol varð borað niður í undirgrundina fyri at sleppa til vatnið, ið liggur í jørðini. Holið bleiv bora av Brunn Boring, sum Leititsstein hevur eitt gott samstarv við.
Vatnið verður pumpað upp, hitað gjøgnum jarðhitapumpurnar, og síðani nýtt til at hita skúlan. Við hesum leistinum kann Glyvra skúli spara orkuútreiðslur, samstundis sum skúlin fær ein burðardyggan og umhvørvisvinarligan hita.
Við hesi verkætlan, vil Glyvra Skúli ikki bert spara orku, men eisini verða ein framsøkin partur av grøna orkuskiftinum í Føroyum. Vit fegnast um at vera við til at leggja lunnar undir eina burðardygga framtíð, og skapa møguleikar fyri grønum orkuloysnum, ið kunnu gagna bæði skúlanum og samfelagnum sum heild.