Hitapumpu ella
jarðhitaloysn?

Vit hava hjálpt Føroyingum við vatn,
ventilatión og orkuloysnum síðan 1959.
Kunnu vit eisini hjálpa tær?

Jarðhiti, luft til vatn hitapumpur og aðrar hitaloysnir

Frá okkum fært tú eina heildarloysn – frá ráðgeving um skilabestu loysnina til uppsetan, eftirlit og viðlíkahald.



Vit vita hvussu týðandi orkukeldan til upphiting er, og at tað er ein langtíðaríløga har góðska og tænasta eru altavgerandi. Tað er ikki nakað nýtt, men heldur ikki nøkur sjálvfylgja.

Ivast tú hvør orkuloysn er røtt fyri teg?

Les meir um tær ymisku orkuloysnirnar her...
Spar uppá hita
rokningina
Við einari orkuloysn, kanst tú spara
 heilt upp í 50 %
af tínari orkurokning.
Hetta er serliga
galdandi fyri teg sum hitar húsið
upp við oljufýri.
Garanti
Við einari orkuloysn frá Leitisstein, veita vit tær 5 ára garanti uppá allar IGLU hitaloysnir, umframt tænastu alt døgnið, um tú hevur tørv á tí.
Burðardygg
loysn
Hitapumpa og jarðhiti eru bæði burðardyggar loysnir, sum hita tær húsini við hjálp av tilfeingi í jørðini.

Okkara hitapumpur eru av merkinum IGLU

Hjá okkum finnur tú hitapumpur frá viðurkenda framleiðaranum IGLU.
IGLU er kent fyri at veita høga góðsku og álítandi tøkni, sum bæði er orkusparandi og umhvørvisvinarlig. Við yvir 15 ára royndum í hest vinnugreinini, hevur IGLU bygt upp eina sterka støðu, sum ein av leiðandi veitarum av hitapumpum.
Vørurnar hjá IGLU eru mentar við fokus á haldføri, effektiviteti og nútímans sniði, sum tryggjar tær eina loysn, ið hóskar seg væl til bæði heimið og frítíðarhúsið.

Orkuloysnir til bæði húsarhald og vinnuna

Leitisstein hava veitt hitapumpu og jarðhitaloysnir til bæði eldri og nýggj hús.  

Okkara dugnaligu ráðgevar, kunnu koma út til tín til eitt óbindandi prát, og fortelja tær hvør orkuloysn hóskar væl til títt heim.
Leitisstein er eisini partur av fleiri stórum og spennandi byggiverkætlanum.
Les meira um arbeið hjá Leitisstein, bæði
til vinnuna og privat her...

Fá eitt óbindandi tilboð uppá eina orkuloysn

Rói Dahl Olsen
Søluráðgevi

Samband: 
+298 588238
rdo@leitisstein.fo

Um tú ynskir at fáa eitt óbindandi tilboð uppá eina orkuloysn, ert tú vælkomin at trýsta á leinkjuna niðanfyri, og svara nøkrum spurningum, so senda vit tær eitt óbindandi tilboð skjótast gjørligt.
Fyll skjalið út