Zacharias Leitisstein byrjaði virksemi sítt í Runavík í 1959.
Familjan Leitisstein hevur drúgvar royndir innan vatn, hita, sanitet og ventilatión. Faðir Zacharias Leitisstein, Aksel Leitisstein, byrjaði í læru sum rør- og blikksmiðjur hjá Nyholm Debes í Tórshavn í 1919. Zacharias gekk somu yrkisleið sum pápin, tá ið hann í 1959 byrjaði síttvirksemi í Runavík. Og nú synir hansara, Rúni og Atle, seinnu árini hava rikið fyritøkuna víðari eftir pápan, hava teir sostatt hildið lív í sama arbeiðssiði í triðja ættarliði.
Zacharias Leitisstein P/F er sostatt ein fyritøka við langari søgu og drúgvum royndum.
Við ársenda 2022 taka Hendrik Egholm, Rúni Vang Poulsen og Kári Sigvardsen við sum nýggir eigarar.
(lýsingin er úr blaðnum Fjarðbúgvanum tann 16. januar 1971 og tá ið telefonnr enn bara vóru 4 tøl - har er nógv vatn runnið síðani tá, tí vit gera enn størri sum minni innleggingar!)