Á okkara vælútgjørda verkstaði veita vit øll sløg av tænastum innan vanligt HVS-arbeiði. Vit klippa, bukka og loysa alskyns blikkuppgávur og hartil hava vit egna framleiðslu av ventilatiónsrørum.

Arbeiðið verður gjørt av royndum og dugnaligum starvsfólkum á verkstaði okkara. Men skuldi tað verði neyðugt, so hava vit sjálvandi eisini útgerð til at loysa uppgávuna úti hjá kundanum.

Uppgávurnar, ið P/F Zacharias Leitisstein loysir, eru alt frá smærri umvælingum til stórar og umfatandi byggiverkætlanir.

Tænasturnar umfata:

• Blikksmíð    
• Jarnsmíð    
• Rørsmíð    
• Ventilatión
• Orkuloysnir

Og er onkur seruppgáva á skrá, so eru vit helst eisini til at tosa við.

Umvæla ella gera nýtt?

Vit kunnu hjálpa tær líkamikið hvør uppgávan er.